Rökkvi & Jákup á Lakjuni

Dagur:
Sunnudag 1. mars 2020 20:00
Staður:
Mentanarhúsið

Keyp atgongumerki

Sunnukvøldið 1. mars kl 20 er Mentanarhúsinum í Fuglafirði karmur um eina konsert við fullmannaða tónleikabólkinum Rökkvi og Jákupi á Lakjuni.
RÖKKVI:Handan listafólkanavnið Rökkvi, goymur seg Fuglfirðingurin Rógvi Oddvörson. 
Rökkvi varð stovnaður á vári í 2015, so hesin bólkurin er væl etableraður á føroyska tónleikapallinum. Hann hevur luttikið á fleiri konsertum, festivalum og líknandi tiltøkum. Rökkvi spælir melodiskan popp/rokk við electro ísletti, og løgini eru sera fangandi. Bólkurin hevur eisini m.a. luttikið á Arctic Sounds Festival í Sisimiuti. Eisini hevur bólkurin spælt tvær ferðir í Íslendska Norðurlandahúsinum, m.a. til eitt tiltak í samband við Iceland Airwaves.
https://www.facebook.com/roekkvi
JÁKUP Á LAKJUNIJákup Á Lakjuni gevur sangskrivarasjangruni eina heilt serliga inniligheit. Løg og framførsla eru djúp og nærverandi, eins og boðskapurin í tekstunum er umhugsin og kemur beint frá hjartanum.
"Only your waves" live: https://www.youtube.com/watch?v=FvirpHrSkOo

Deil tiltakið

Rökkvi & Jákup á Lakjuni

Fyrireikari

Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður
www.mh.fo