Harmonikukvøld við dansi

Dagur:
Leygardag 1. februar 2020 20:00
Staður:
Bygdahúsið í Miðvági

Keyp atgongumerki


Havnar Harmonikufelag kemur 01. febr. 2020 við mannsterkum
harmonikuliði, saman við gitar, bass og sangarum, at spæla til felagssang og
dans í Bygdahúsinum í Miðvági. Byrjað verður kl. 20.

Harmonikudansur hevur verið tiltikin og væl dámdur. Vit fara aftur at fríska
upp tann stemning og ljóm, sum harmonikan er so væl kend fyri at geva. Fyrri
partur av kvøldinum verður mest felagssangur, tó onkur framførsla av serligum
harmonikutónleiki. Seinni partur av kvøldinum verður dansur. Hugsast kann, at
farið verður upp á gólv við onkrari vísu. Barrin verður opin. Her er gilt høvi til
eitt hugna-, sang-, og dansikvøld burturav.

Vit halda á til uml. midnátt.

Deil tiltakið

Harmonikukvøld við dansi

Fyrireikari

Havnar Harmonikufelag
Skákið 4
100 Tórshavn
220600
jaspurpetersen@gmail.com