Ólavur á Váli Olsen v/ bólki

Dagur:
Fríggjadag 21. februar 2020 21:00
Staður:
Løkshøll

Keyp atgongumerki

Í heyst fekk Løkshøll fyri aðru ferð fekk vitjan av unga countrysangaranum Ólavi á Váli Olsen. Tað var ein succes, og nú er tað greitt, at hann skjótt aftur verður at hoyra á palli har. Hin 21. februar kemur Ólavur við vælsvingandi bólki sínum til Runavíkar, og lagt er upp til eitt brak av einari konsert í Løkshøll hetta kvøldið. Talan verður um ein Ólav í toppformi, tí hann hevur nógvar spælingar gjøgnum allan veturin. Hann hevur tvær stórar líknandi konsertir við bólki í bæði SALT og í Norðurlandahúsinum hendan februarmánað. Ólavur hevur latið tey nýggj løg úr hondum hetta árið, og hesi vera sjálvsagt at hoyra 21. februar. Annars kemur fløga hansara frá 2017, “Her & Nú” at mynda stóran part av konsertini, umframt ymiskt annað - og kanska okkurt yvirraskilsi. Atgongumerki til konsertina við Ólavi og bólki kostar 200 krónur. Bólkurin er mannaður av:Ólav á Váli Olsen - Sang og gittar
Jóhan Ziskason - Gittar
Magni Husgaard - Tangentar
Erik Biskupstø - Bass
Jákup Zachariassen - Steel gittar
Henning Hjalt Nicodemussen - Trummur
Charlotta á Váli Olsen - Kór
Laila Carlsen - Kór
Jón Svein Heinesen - Kór

Deil tiltakið

Ólavur á Váli Olsen v/ bólki

Fyrireikari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
221328
loksholl@loksholl.fo
www.loksholl.fo