Sangleikurin Cabaret

Dagur:
Mánadag 27. januar 2020 19:00
Staður:
Atrium, Glasir

Keyp atgongumerki


Sangleikurin Cabaret fer fram í Berlin í 1930’unum.

Høvuðspersónarnir eru allir onkusvegna tengdir at KitKat-klubbanum, har alt er loyvt og betra fólkið í Berlin fer har fyri at sleppa burtur úr strævna gerandisdegnum.

Tað er legendariski verturin í klubbanum, tann sonevndi “Master of Ceremonies”, ið førir okkum inn í hendan heimin av dekadensu, sangi og dansi. Saman við stjørnuni í showinum, sangarinnuni og dansaranum Sally Bowles, og ensktlæraranum og rithøvundanum Cliff Bradshaw, fáa vit eina tragikomiska kærleikssøgu, flættaða inn í vaksandi ávirkanina, ið nazistarnir fáa í Berlin í 30’unum.

Aðrar dagfestingar:


Dagur:
Leygardag 25. januar 2020 19:00
Staður:
Atrium, Glasir

Dagur:
Týsdag 28. januar 2020 19:00
Staður:
Atrium, Glasir

Deil tiltakið

Sangleikurin Cabaret

Fyrireikari

Glasir
Janusargøta 3
100 Tórshavn
Tlf. 616600