Ólavur á Váli Olsen

Dagur:
Leygardag 15. februar 2020 21:00
Staður:

Keyp atgongumerki

Leingi er tað, ið væl skal vera. Ólavur á Váli Olsen hevur spælt á næstan øllum spælistøðum í Suðuroynni, men enn hevur hann ikki verið á palli í SALT á Drelnesi. Men nú verður tað skjótt!
Í februar kemur Ólavur nevniliga við fullmannaðum orkestri suður at spæla fyri trúføstu suðuroyingunum, sum hann hevur ein serligan tokka til.
- Tað er altíð nakað serligt at spæla í Suðuroynni. Suðuroyingar hava altíð stuðlað mær í mínum tónleiki, og tað eri eg teimum æviga takksamur fyri. Eg gleði meg tí nógv at spæla í snotuligu umstøðunum í SALT og vóni at síggja nógv fólk, sigur Ólavur.
Lagt verður upp til eitt brak av einum country-kvøldi, har tað besta av tí besta verður framført - og kanska eisini okkurt heilt nýtt. 
Orkestrið er mannað av:
Ólav á Váli Olsen - Sang og gittar
Jóhan Ziskason - Gittar
Magni Husgaard - Tangentar
Erik Biskupstø - Bass
Jákup Zachariassen - Steel gittar
Henning Hjalt Nicodemussen - Trummur
Charlotta á Váli Olsen - Kór
Laila Carlsen - Kór
Jón Svein Heinesen - Kór
Kostnaður fyri atgongumerki við dyrnar: 250 kr.

Deil tiltakið

Ólavur á Váli Olsen

Fyrireikari

Saltsiloin
or50@mac.com