Downton Abbey (Bindibio)

Dagur:
Hósdag 17. oktober 2019 21:00
Staður:
Løkshøll

Keyp atgongumerki

Bindibio í Løkshøll!

Til bindibio verður filmurin vístur á vanligan hátt, tó at ljósið ikki verður sløkt, men dempað. Møguleiki er tí at sita og njóta stokkarnar meðan hugt verður eftir filminum.

Um filmin
Filmurin Downton Abbey er framhaldið til sera vælumtóktu sjónvarpsrøðina, sum var at síggja árini 2010-15.

Árið er 1927, og Crawley-familjan hevur vitjan í væntu av sjálvum George V kongi og Mary drottning. Fíggjarliga hevur tað ikki gingið væl, og tí eru færri tænarar á Downton slottinum. Tó skulu sýni og skikkir haldast – serliga til eina kongaliga vitjan.

Millum tænararnar, kokkagenturnar og yvirtænararnar er lagið tó gott. Tey gleða seg til at tæna sjálvum konginum, men gleðin er stokkutt, tá tey finna útav, at hoffið sjálvt sendir egið starvsfólk við á túrinum, og tí verður ikki tørvur á tænastufólkunum í Downton. Nú er tað so upp til Anna, Bates, Carson og restini av teimum trúgvu starvsfólkunum at leggja ætlanir fyri einum kvetti, ið skal fáa teimum ræðið á Downton aftur.

Samstundis geva teir kongaligu gestirnir høvi til nýggj sambond. Eitt ástarævintýr tekur seg upp, og skapar nýggj vinarbond. Men eisini gamal illvilji kemur fram aftur, tá Lady Violet ikki kann saman við hovfrú drottninganna.

Downton Abbey síggja vit aftur øll tey vælkendu andlit frá sendirøðini, m.a. Maggie Smith, Michelle Dockery og Hugh Bonneville, men eisini nýggj nøvn sum Imelda Staunton.

(kino.dk)


Deil tiltakið

Downton Abbey (Bindibio)

Fyrireikari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
221328
loksholl@loksholl.fo
www.loksholl.fo