Harmonikukvøld við felagssangi & dansi

Dagur:
Leygardag 19. oktober 2019 19:00
Staður:
Reinsaríið, Tórshavn

Keyp atgongumerki

Havnar Harmonikufelag kemur við mannsterkum liði, saman við gitar,bass og sangarum, at spæla til felagssang og dans í Reinsarínum.

Harmonikudansur hevur verið tiltikin og væl dámdur. Vit fara aftur at fríska upp tann stemning og ljóm, sum harmonikan er so væl kend fyri at geva. Fyrri partur av kvøldinum verður felagssangur og framførsla av harmonikutónleiki. Seinna partur av kvøldinum verður dansa. Hugsast kann, at farið verður upp á gólv við onkrari vísu. Barrin verður opin. Tað eldra ættarliðið hevur her eitt gilt høvi til eitt hugna-, sang- og dansikvøld burturav. 

Vit halda á til uml. midnátt.

Gestir hesu ferð verða limir úr Fuglafjarðar Harmonikufelag.


Deil tiltakið

Harmonikukvøld við felagssangi & dansi

Fyrireikari

Havnar Harmonikufelag
Skákið 4
100 Tórshavn
220600
jaspurpetersen@gmail.com