At Gerast Ceecee - 1 Ár

Dagur:
Týsdag 15. oktober 2019 19:30
Staður:
Skálin, Klaksvík

Keyp atgongumerki

Skjótt er eitt ár liðið, síðan Cecilia Jacobsen (eisini kend sum Ceecee) á fyrsta sinni var í 25 minuttum við Rebekku Manuelu Bærents og tosaði um lív sítt í Føroyum fyri síðan at halda fyrilesturin “At Gerast Ceecee” fyri útseldum Norðurlandahúsi. Seks fyrilestrar og nærum 1500 fólk seinni er hon nú ávegis út um landoddarnar at standa á altjóða pallum. Hon verður tó framvegis biðin um at halda fleiri fyrilestrar í Føroyum, serliga uttan fyri høvuðsstaðarøkið, og tískil kemur hon nú til Klaksvíkar!

Fyrilesturin er hin sami, vælumtókti, sum fyrstu ferð varð hildin í november 2018. Cecilia fer at greiða frá um kroppsligt kyn, kynssamleika og hvat tað veruliga merkir fyri hana at hava verið tvørkynd. Við sínum heilt sermerkta innliti og lærdómi hugleiðir hon eisini um, hvat onnur kunnu læra av upplivingum hennara. Kom og lýð á hennara endurminningar um djúpt persónligar lyklaløtur frá fyrstu barndómsminnunum til kynsskurðviðgerðina; um flýggjanina úr Føroyum til eitt fremmant land, har hon goymdi samleika sín fyri øllum í tvey samfull ár og um, hvussu hetta ávirkaði hana. Á yvirflatuni ljóðar søga hennara sum ein sorgarleikur, men í roynd og veru er hetta ein søga um at vinna á mótgangi og um at vera tann, tú ert, uttan mun til lívsins forðingar. Tað er ein søga um at finna seg sjálva, at góðtaka tað, tú finnur og elska tað. Tað er ein søga um at finna vegin til sanna gleði; ein leið, hon ynskir at avdúka fyri øllum.

Nógv er hent seinasta árið, síðan hon fyrstu ferð tosaði um, hvussu tað var at vera fyrsti alment kendi transpersónurin í Føroyum. Hon hevur til dømis hildið fleiri útseldar fyrilestrar í Føroyum, verið í Go’ Morgen Danmark og skal í næstum á pall fyri 450 áskoðarum í  Keypmannahavn í sambandi við eitt tiltak hjá fyritøkuni Good Talks, har hon skal halda fyrilestur á enskum. Eisini hava fólk úr bæði Onglandi og USA sýnt henni áhuga. Eitt ár er liðið og nógv er hent, men fyri Ceecee kennist tað, sum ferðin júst er byrjað.

Deil tiltakið

At Gerast Ceecee - 1 Ár

Fyrireikari

Cecilia Jacobsen
+298 268676
ceecee@ceeceejacobsen.com