Kundin í hásæti

Dagur:
mánadag 4. februar 2019
Staður:
J.H. Schrøters gøta 7, Tórshavn 100, Færøerne

Ynskir tú at blíva betri til at veita góða tænastu?
Ynskir tú at blíva betri til at samskifta við tini viðskiftafólk?
Ynskir tú at hjálpa og gera mun í tínum arbeiði?

Talan er um eitt dagsskeið, sum er ætlað starvsfólkum, sum arbeiða innan fyri almennar stovnar og privat virkir. Skeiðið er sera væl egnað til starvsfólk, sum javnan hava samband og samskifti við viðskiftafólk, og sum hava brennandi ynski at menna seg innan hesa vinnugrein.

Skeiðið verður í Smæruni í Havn, mánadagin 4. februar frá kl. 08.30 til 16.00, og verður tað Niclas Heri Jákupsson, sum kemur at undirvísa.


Atgongumerki til Kundin í hásæti við miðmála 1495,- v/mvg


Skráin fyri dagin:
08.30 Morgunmatur
09.00 Hvussu kann eg fáa eitt sunt, gott og jaligt “mindsett”?
Hvussu kann eg fáa ein góðan hugburð til mítt arbeiði, og míni viðskiftafólk?
Hvørju eru tey minstu krøvini viðskiftafólkini seta mær?
Hvat er “kjarnutænasta”?
Hvat er “periferitænasta”?

12.00 Frokost
13.00 Hvussu samskifti eg best við míni viðskiftafólk?
Hvussu blívi eg betri til at lurta við áhuga?
Hvussu blívi eg betri til at seta viðkomandi spurningar?
Hvussu finni eg best fram til hvat fyri tørv, ynskir og krøv viðskiftafólkini hava?
Hvussu kann eg hjálpa mínum viðskiftafólkum best?
Hvussu kann eg best gera mun?

Keyp atgongumerki

Deil tiltakið

Fyrireikari

Fegin
Geilini 14
380 Sørvágur
+298 525 525