Lortið í Listastovuni
- Dagur:
- Mikudag 29. mai 2024 20:00
- Staður:
- Listastovan
KEYP
Føroyska pallsetingin av leikinum Lortið verður at síggja í Listastovuni 29, mai kl. 20. (Dyrnar lata upp kl. 19.30) Sýningin er partur av mentanarvikuni Maisól hjá Vága kommunu.
Í leikinum LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli møta vit eini ungari kvinnu, ið er til reiðar at gera alt sum skal til fyri at blíva kend, vinna heiður og fáa viðurkenning. Hon vil MEYKA DA. Hon vil hava sukse í einum forbrúkarasamfelag - har hon sjálv er vøran.
Leikhús SKIFT og GUT//productions sýna leikin í samstarvi við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions. Í føroysku uppsetingini er tað Durita Dahl Andreassen, sum situr á pallinum og tulkar orðini, meðan Marita S. Dalsgaard leikstjórnar.
LORTIÐ (La Merda) er upprunaliga skaptur av Cristian Ceresoli í samstarvi við sjónleikarinnuna Silivu Gallerano og framleiddur av Frida Kahlo Productions, Richard Jordan Productions og Produzioni Fuorivia í samstarvi við Summerhall.
Tá ið LORTIÐ (La Merda) varð frumsýndur á Edinburgh Fringe Festival í 2012, sendi hann skjálvtar gjøgnum altjóða leiklistaheimin. Leikurin var róptur eitt leiklistaligt fenomen og hevur síðani spælt í London, Edinburg, Oslo, Sao-Paulo, Adelaide, Berlin, Lisbon, Keypmannahavn, Vancouver og verið á leikferð um alt Italia. Hann hevur m.a. spælt á Soho Theatre (London), Adelaide International Festival og Maxim Gorki Theater (Berlin). Upprunaliga viðurkenda uppsetingin er framvegis á leikferð á altjóða pallum.
Longd: 70 minuttir
Aldursmark: 16 ár
Luttakarar:
Tulking: Durita Dahl Andreassen
Leikstjórn: Marita S. Dalsgaard
Tekstur: Cristian Ceresoli
Umseting: Marita S. Dalsgaard
Rúm: Marita S. Dalsgaard og Durita Dahl Andreassen
Ljós: Súni Joensen
Grafikkur: Kirstin Helgadóttir
Útgerð og tøkni: Steingrund
Foto: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Smyrsl: Billa Jenný Jónleifsdóttir
Framleiðsla: GUT//Productions og Leikhús SKIFT í samstarvi við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions
Deil tiltakið
Fyriskipari
Listastovan
Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
+298 267549
[email protected]
https://www.facebook.com/listastovan
V-tal: 659045