FYRILESTUR UM ALMENNA LEIÐSLU Í REMBINGARTÍÐ

Dagur:
Hósdag 23. mai 2024 14:00
Staður:
Kongshøll, Fróðskaparsetur Føroya, Vestara Bryggja 15, Havn

KEYP

Kendi professarin í almennari leiðslu, Kurt Klaudi Klausen, fer tann 23. mai klokkan 14 at hava fyrilestur í Kongshøll um almenna leiðslu í rembingartíð.

Kurt Klaudi Klausen undirvísir á masterútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya í Leiðslu og Skipan, og í hesum almenna fyrilestrinum fer hann at røða um, hvussu kreppur - so sum koronusjúkan - bjóða etableraðum politikki og strategi av og seta galdandi hugsan um stýring og leiðslu undir trýst. Í rembingartíð krevst, at leiðslan hevur dirvi at virka uttan fyri sítt vanliga leiðslurúm, í sokallaða millumrúminum ella í ongamannalandinum ímillum deildir, fakøki og stovnar, har ólýstar og óloystar uppgávur og trupulleikar krevja eina trygga hond.

Kurt Klaudi Klausen hevur í ein mansaldur granskað og undirvíst í almennari leiðslu, har tað serliga er strategisk leiðsla í almenna geiranum, sum er hansara serøki. Tað er til dømis hann, sum eigur hugtakið "multistrategisk leiðsla".

Hann er professari í almennari skipan og leiðslu á Institut for Statskundskab á Syddansk Universitet, hevur útgivið eina langa røð av fakbókum, og so dugir hann so væl at fyrilesa, at hann hevur vunnið heiðursløn sum ársins undirvísari og hevur eisini fingið granskaraheiðursløn frá Fyens Stiftstidende.

Øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilesturin í Kongshøll. 



Deil tiltakið

FYRILESTUR UM ALMENNA LEIÐSLU Í REMBINGARTÍÐ

Fyriskipari

Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
Postsmoga 272
100 Tórshavn
[email protected]
V-tal: 328944